{"product_id":"min-bindibok-talgild-bok-og-a4-til-prent","title":"Mín bindibók – talgild bindibók til GoodNotes og A4 at prenta","description":"\u003cp style=\"font-size:0.9em;letter-spacing:0.03em;\"\u003e\u003ca href=\"\/da\/products\/my-knitting-journal-digital-goodnotes-planner-printable-a4\"\u003eEnglish\u003c\/a\u003e · \u003ca href=\"\/da\/products\/min-strikkebog\"\u003eDansk\u003c\/a\u003e · \u003cstrong\u003eFøroyskt\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003e🎄 Kynningarprísur: 89 kr. til 1. desember – eftir tað kostar bókin 129 kr.\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eLýsing\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eAllar tínar verkætlanir, títt tógv og tíni mynstur – vakurt savnað á einum stað.\u003c\/p\u003e\n\u003cp data-pm-slice=\"1 1 []\"\u003e\u003cspan\u003eStokkastøddin skrivað á baksíðuna á einari gamlari, rukkatari kvittan. Bindifastleikin á einum gulum lepa, sum nú er burtur. Litnummarið á banderoluni, ið langt síðan er horvin – kanska fór kettan við henni. Kennir tú tað?\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003eMín bindibók savnar alt, tú hevur brúk fyri, á einum stað\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp data-pm-slice=\"1 1 []\"\u003e\u003cspan style=\"font-family: -apple-system, BlinkMacSystemFont, 'San Francisco', 'Segoe UI', Roboto, 'Helvetica Neue', sans-serif; font-size: 0.875rem;\"\u003e – so tú sleppur undan at leita, gita og ivast, næstu ferð tú kastar uppá.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eEg eiti Randi Ravnaborg. Eftir 10 ár sum bindisniðgevi gjørdi eg ta bindibókina, sum eg sjálv ynskti mær.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eTú fært\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cul\u003e\n\u003cli\u003eTalgilda bók – 106 síður við teigum, tú kanst trýsta á, til GoodNotes, Notability og onnur PDF-amboð (iPad og Android)\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eA4-útgávu at prenta heima – 38 síður, prenta so nógvar, sum tú vilt\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eEina stutta vegleiðing\u003c\/li\u003e\n\u003c\/ul\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eÍ bókini\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cul\u003e\n\u003cli\u003e30 síður til verkætlanir við yvirliti og Liðugt!-síðum til myndir\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eMítt bindiár – lita mánaðirnar fyri hvørja verkætlan\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eBindiminni – títt besta, ringasta og stuttligasta bindiminni, tín pennasta troyggja og tín mest miseydnaða troyggja\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eHugskot – pláss til eina stóra mynd, litval og tankar\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eMát og støddir – eitt ark fyri hvønn persón – og mátitekning\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eTekna tína troyggju – runt beristykki, klassisk føroysk troyggja og raglan, á rútapappíri við sama skapi sum eitt bundið eyga\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eMynsturpappír\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eBindifastleiki – samanber sama tógv á tveimum stokkum síðu um síðu, fyri og eftir vask\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eTógvgoymsla, stokkar og amboð við ynskilista\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eSavn: bøkur, uppskriftir og heimasíður\u003c\/li\u003e\n\u003cli\u003eLita Boheme og Lundar\u003c\/li\u003e\n\u003c\/ul\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eSoleiðis virkar tað\u003c\/strong\u003e Hetta er ein talgild vøra – einki verður sent við posti. Tú fært fílurnar beinanvegin eftir keypið. Legg talgildu fíluna inn í títt notatamboð, ella prenta A4-fíluna heima í 100 % \/ veruligari stødd.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cstrong\u003eHevur tú longu keypt bókina?\u003c\/strong\u003e Dagførda útgávan er ókeypis – tak hana niður aftur frá tíni keyping.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e🎁 Við fylgir eitt gávukort, sum tú kanst prenta ella senda, um tú gevur bókina sum gávu.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eEin bók er til ein persón. Keypir tú hana sum gávu, send bara fílurnar víðari til tann, ið fær hana. Fílurnar mugu ikki deilast við fleiri ella seljast víðari.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003eDeil tínar síður við #faroeknit og @faroeknit.\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cem\u003eFæst eisini á \u003ca href=\"\/da\/products\/min-strikkebog\"\u003edonskum\u003c\/a\u003e og \u003ca href=\"\/da\/products\/my-knitting-journal-digital-goodnotes-planner-printable-a4\"\u003eenskum\u003c\/a\u003e.\u003c\/em\u003e\u003c\/p\u003e","brand":"Faroeknit","offers":[{"title":"Default Title","offer_id":57760905953606,"sku":null,"price":89.0,"currency_code":"DKK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/0022\/4031\/5461\/files\/Shopify_fo.jpg?v=1793724685","url":"https:\/\/faroeknit.com\/da\/products\/min-bindibok-talgild-bok-og-a4-til-prent","provider":"Faroeknit","version":"1.0","type":"link"}