Gå til produktoplysninger
1 af 10

Faroeknit

Mín bindibók – talgild bindibók til GoodNotes og A4 at prenta

Mín bindibók – talgild bindibók til GoodNotes og A4 at prenta

Normalpris 89,00 DKK
Normalpris 129,00 DKK Udsalgspris 89,00 DKK
Udsalg Udsolgt
Inklusive skatter.
Antal

English · Dansk · Føroyskt

🎄 Kynningarprísur: 89 kr. til 1. desember – eftir tað kostar bókin 129 kr.

Lýsing

Allar tínar verkætlanir, títt tógv og tíni mynstur – vakurt savnað á einum stað.

Stokkastøddin skrivað á baksíðuna á einari gamlari, rukkatari kvittan. Bindifastleikin á einum gulum lepa, sum nú er burtur. Litnummarið á banderoluni, ið langt síðan er horvin – kanska fór kettan við henni. Kennir tú tað?

Mín bindibók savnar alt, tú hevur brúk fyri, á einum stað

– so tú sleppur undan at leita, gita og ivast, næstu ferð tú kastar uppá.

Eg eiti Randi Ravnaborg. Eftir 10 ár sum bindisniðgevi gjørdi eg ta bindibókina, sum eg sjálv ynskti mær.

Tú fært

  • Talgilda bók – 106 síður við teigum, tú kanst trýsta á, til GoodNotes, Notability og onnur PDF-amboð (iPad og Android)
  • A4-útgávu at prenta heima – 38 síður, prenta so nógvar, sum tú vilt
  • Eina stutta vegleiðing

Í bókini

  • 30 síður til verkætlanir við yvirliti og Liðugt!-síðum til myndir
  • Mítt bindiár – lita mánaðirnar fyri hvørja verkætlan
  • Bindiminni – títt besta, ringasta og stuttligasta bindiminni, tín pennasta troyggja og tín mest miseydnaða troyggja
  • Hugskot – pláss til eina stóra mynd, litval og tankar
  • Mát og støddir – eitt ark fyri hvønn persón – og mátitekning
  • Tekna tína troyggju – runt beristykki, klassisk føroysk troyggja og raglan, á rútapappíri við sama skapi sum eitt bundið eyga
  • Mynsturpappír
  • Bindifastleiki – samanber sama tógv á tveimum stokkum síðu um síðu, fyri og eftir vask
  • Tógvgoymsla, stokkar og amboð við ynskilista
  • Savn: bøkur, uppskriftir og heimasíður
  • Lita Boheme og Lundar

Soleiðis virkar tað Hetta er ein talgild vøra – einki verður sent við posti. Tú fært fílurnar beinanvegin eftir keypið. Legg talgildu fíluna inn í títt notatamboð, ella prenta A4-fíluna heima í 100 % / veruligari stødd.

Hevur tú longu keypt bókina? Dagførda útgávan er ókeypis – tak hana niður aftur frá tíni keyping.

🎁 Við fylgir eitt gávukort, sum tú kanst prenta ella senda, um tú gevur bókina sum gávu.

Ein bók er til ein persón. Keypir tú hana sum gávu, send bara fílurnar víðari til tann, ið fær hana. Fílurnar mugu ikki deilast við fleiri ella seljast víðari.

Deil tínar síður við #faroeknit og @faroeknit.

Fæst eisini á donskum og enskum.

Care information

Care for your sweater by hand washing and laying flat to dry. Also, use wool detergent.

Se komplette oplysninger